Firum gjørt streymmátingar

Vanligasti mátin, vit brúka at gera streymmátingar, er at seta ein mátara á botn og koma aftur eftir honum 3 til 6 mánaðar seinni. Við hesum fáa vit vitan um, hvussu rákið er á einum útvaldum staði, og hvussu tað broytist við tíðini. Eitt nú kann rákið vera ymiskt um summarið, tá veðrið er gott, og um veturin, tá stormarnir leika á.

Ein annar máti er at festa mátaran á bátin og sigla runt við honum á einum áhugaverdum øki. Tá fáa vit av góðum grundum ikki mátað í fleiri mánaðir, men á summum støðum er streyminum fyri tað mesta drivin av sjóvarfallinum, og tá kunnu vit, við at máta í 13 tímar, siga rættiliga nógv um, hvussu rákið er.

Tí er tað ikki óvanligt, at fólk hjá Firum eru upptikin ta tíðina um várið og heystið, tá streymurin er harðastur, og eru tey tá langar dagar umborð á Andriasi Reinert.

Um mánaðarskiftið mars/apríl var harðasti streymur. Í tí sambandinum vóru starvsfólk á Firum við rannsóknafarinum Andriasi Reinert gjørdi streymmátingar.

Nakrar dagar frammanundan varð Andrias Reinert sigldur upp á pláss og riggaður til. Ein streymmátari varð festur bakborðsmegin á bátinum. Streymmátarin varð knýttur at telduskipanini umborð soleiðis, at til bar at føra allar dáturnar, sum streymmátarin skrásetir, inn á telduskipanina.

Mátingarnar vórðu gjørdar á tveimum økjum. Annað økið varð mátað sunnudagin 30. mars og hitt týsdagin 1. apríl, tá streymurin var harðastur.

Fyrst vórðu nakrar knattstøður ávístar, skipaðar og settar inn í GPS-skipanina. So varð siglt eftir knattstøðunum, frá fyrstu til aðru og so víðari til komið var á mál. So varð siglt aftur til fyrstu knattstøðu, og nýggjur túrur byrjaður.

Hetta varð gjørt soleiðis, at tað passaði við klokkuni. T.v.s., at hvør túrur byrjaði á sama minutti í hvørjum tíma. Strekkið varð siglt tvær ferðir um tíman.

Hetta varð gjørt yvir tvey sjóvarføll. Eitt sjóvarfall tekur einar seks tímar. So koma kyrrindini í tí, at rákið vendir, og nýtt sjóvarfall tekur seg upp. Fyri at fáa tvey sjóvarføll væl og virðiliga við, varð tí siglt í 13 tímar.

Tað er ógvuliga ymiskt rák í firðum og sundum. Sjálvandi rekur harðast, tá broddur er, og makasta rákið er báðumegin kyrrindini. Hinvegin er rákið ikki tað sama inni við land, sum tað er útiá. Og tað er heldur ikki eins niðri á botni og uppi við vatnskorpuna. Hetta fara hesar streymmátingar at geva greiðari fatan av, tá dáturnar eru viðgjørdar.

Brotið er av aðrari streymmáting, sum Firum gjørdi í 2023 á Tangafirði, ímillum Hvítanes (vinstru megin) og Eystnes (høgru megin), og vísir, hvussu ymiskt rákið er í dýpinum og uppi við vatnskorpuna. Reytt er rák norðureftir og blátt er rák suðureftir.

Andrias Reinert rannsóknarfarið í góðveðri.
(Mynd: Dan Lamhauge, Firum.)