Sjósílaverkætlanin er ein týðandi liður í arbeiðnum at fáa grundleggjandi vitan um sjósíl til vega. Tað er Havbúnaðarfelagið, sum fíggjar verkætlanina, og øll, ið hjálpa til í kanningini, eru við í lutakastinum um 10.000 skattafríar krónur. Tú skalt bara senda okkum brævbjálva við roðsluroyndum og uppmátingum av sílum. Firum hevur framleitt serligar brævbjálvar til høvið, og vit rinda eisini postgjaldið.
> Sí vegleiðing til tøku av roðslu og útfylling av brævbjálvanum her
Brævbjálvar við roðsluroyndum og uppmátingum skulu vera Firum í hendi í seinasta lagi 30. november 2025. Fríggjadagin 12. desember verður drigið millum innkomnu brævbjálvarnar.
Brævbjálvar fáast ókeypis kring landið á hesum støðum:
- Magn, Trongisvágur
- Niclasen, Sørvágur
- Hjá Rólant, Sandur
- Jógvan Weihe, Tórshavn
- Effo, Kollafjørður
- Effo, Skálafjørður
- Stanley, Norðskáli
- Berglon, Klaksvík
- Berglon, Runavík
Fleiri upplýsingar kunnu fáast við at seta seg í samband við Kirstin Eliasen, deildarleiðara og granskara á Firum.

(Mynd: Michael Shemesh, Firum)