Fríggjadagin 12. desember klokkan 12.00 verður vinnarin av 10.000 krónunum funnin
Seinastu árini hevur Firum, í samstarvi við Havbúnaðarfelagið, gjørt kanningar fyri at fáa betri vitan um, nær sílini fara á sjógv fyrstu ferð, og hvussu tey klára seg í náttúruni. Hetta arbeiðið hevur verið gjørt saman við sílafiskarum kring landið, sum hava víst stóran samstarvsvilja. Tá fiskarar hava fingið eitt síl, hava teir sent roðslu til Firum í serligum brævbjálva. Har skulu eisini skrivast ymiskar upplýsingar, áðrenn roðslan verður send við postinum. Mynd verður tikin av roðsluni, ið síðani fortelur okkum aldurin á sjósílinum, og hvussu vøksturin hevur verið ár fyri ár. Ennmeir, fortelur roðslan okkum, hvussu leingi sílið hevur liva í feskvatnið og á sjónum.
Lutakast um 10.000 krónur
Øll, ið hava latið inn roðslu í brævbjálva, eru sjálvvirkandi við í lutakastinum. Vinnarin verður drigin fríggjadagin 12. desember klokkan 12.00, og lutakastið verður stroymt beinleiðis á Facebook vanganum hjá Firum.

(Mynd: Kirstin Eliasen, Firum)