Hjálp okkum at kenna føroyska sílið, og verð við í lutakastinum um 10.000 skattafríar krónur

Øll menna saman vitan um sjósíl

Vitanin um føroysk sjósíl er í einari mennandi tilgongd. Firum hevur síðan 2019 kannað  føroysk sjósíl. Higartil eru vit millum annað komin til ta vitan, at føroysk sjósíl hava eitt miðal fiskaBMI á 0,94. Sílini eru í meðal 34,2cm til longdar og viga í miðal 539gr.

Eitt fiska-BMI á 0,8 er rakur fiskur, á 1,0 er "vanligur" fiskur, og 1,2 er feitur fiskur.   

Hendan vitan er komin til vega frá sílafiskarum, sum hava gjøgnum árini verði so hjálpsamir at uppmáta sílini og tikið roðslu og senda hana í ein serligan framleiddan brævbjálva.  

Eitt av endamálunum við hesi verkætlan, sum Havbúnaðarfelagið fíggjar, er at kenna tann føroyska sílastovnin.    

Øll tey, ið lataroðsluroyndir og uppmátingar og senda Firum brævbjálvan, eru við í lutakastinum, um 10.000 skattafríar krónur.

Freistin at lata Firum brævbjálvan er 01. desember 2024. Drigið verður millum allar innkomnu brævbjálvar tann 13. desember 2024.

Brævbjálvarnir eru at fáa í hesum støðum:

  • Magn, Trongisvágur 
  • Niclasen, Sørvágur 
  • Hjá Rólant, Sandur 
  • Jógvan Weihe, Tórshavn 
  • Effo, Kollafjørður 
  • Effo, Skálafjørður
  • Stanley, Norðskáli
  • Berglon, Klaksvík
  • Berglon, Runavík

Fleiri upplýsingar kunnu fáast við at seta seg í samband við Kirstin Eliasen, deildarleiðara og granskara á Fiskaaling.

 

Vegleiðing til tøku av roðslu og útfylling av brævbjálvum