Kapping

Main image
Fiska, tak royndir, legg í brævbjálva og send okkum fyri at verða við í kappingini.

Ver við í kappingini um 10.000,- kr. skattafríar

Fyri at vera við í árliga lutakastinum um 10.000,- skattafríar krónur krevst einans, at tú sendir inn brævbjálva við roðsluroyndum og uppmátingum av sílum til Firum.

 

> Vegleiðing til brævbjálvarnar

Nærri vegleiðing til brævbjálvarnar og tøku av sjósílaroðslu finnur tú her > 

 

Hjálp okkum at granska

Vitanin um føroyska sjósílastovnin er sera avmarkað. Í hesi verkætlanini kanna vit munir í trivnaðinum hjá sílum á sjónum, bæði innan ár og millum ár. Ein og hvør, ið fær síl, kann savna inn roðslu til Firum og vera við at hjálpa okkum við sjósílaverkætlanini, og samstundir vera við í lutakastinum um 10.000,- skattafríar krónur. Vit bíða spent uppá brævbjálvarnar.

 

Seinasta freist

Freistin at lata Firum brævbjálvarnar er mánadagin 30. november 2026. Drigið verður millum allar innkomnu brævbjálvarnar fríggjadagin hin 11. desember 2026.

 

Her finnur tú brævbjálvar

Brævbjálvarnir eru at fáa á hesum støðum:

  • Magn, Trongisvágur

  • Handilsvirkið Niclasen, Sørvágur

  • Hjá Rólant, Sandur

  • Jógvan Weihe, Tórshavn

  • Effo, Kollafjørður

  • Effo, Skálafjørður

  • Stanley, Norðskáli

  • Berglon, Klaksvík

  • Berglon, Runavík

Bjálvarnir til endamálið fáast eisini frá Firum á tel. 47 47 47, ella skriva til fiskur@firum.fo

 

Les meira um verkætlanina 'Vitan um sjósíl í Føroyum'

Vælkomin at lesa meira og síggja frágreiðingarnar seinastu árini um sjósílaverkætlanina hjá Firum, við at trýsta á leinkjuna Vitan um sjósíl í Føroyum

 

|   Viðkomandi greinar

> KAPPING: Vinn 10.000,- skattafríar krónur (grein 14/7-26)

> Nýggj avtala um sjósílaverkætlanina í 2026 (grein 30/6-26)

> Vinnarin av lutakastinum um 10.000 kr er funnin! (grein 12/12-25)