Um okkum

Partafelagið Firum (fyrr Fiskaaling), hevur røtur aftur til 1970 og hevur verið ein av slóðbrótarunum fyri teirri føroysku alivinnuni. Endamál felagsins er, smb. Løgtingslóg nr. 73 frá 25. mai 2009:

  • at granska, menna og ráðgeva innan aling av vatnlivandi djórum og plantum og innan biotøkni
  • at reka vinnuligt virksemi innan hetta virkisemisøki og
  • annað starv í hesum sambandi.

 

Visjónin hjá stovninum er: VITAN TIL VARANDI ALING

 

Tí arbeiðir Firum við langsiktaðari og dygdargóðari gransking, sum hevur til endamáls at uppbyggja vitan á altjóða støði til varandi aling. Hetta arbeiði skal koma alivinnuni - og harvið eisini føroyska búskapinum sum heild - til góðar.

Sum óheft fyritøka skal Firum veita tænastur, sum alivinnan kann gagnnýta í alivirkseminum. Tann vitanin, sum Firum uppbyggir, er eisini við til at vísa fyri umheiminum, at føroyskar fyritøkur virka eftir altjóða krøvum innan fyri røkt, framleiðslu, umhvørvi og burðardygd.

Granskingararbeiðið á Firum hevur sostatt til endamáls at menna vitan um aling og viðurskifti, ið kunnu setast í sambandi við aling og teir karmar, alingin virkar í. Serligur dentur verður lagdur á vitan, ið kann menna eina varandi føroyska aling.

Sí okkara lýsingarfilm her: