SureAqua

SureAqua er eitt norðurlendskt Centre of Excellence innan Blue Bioeconomy, sum er fíggjað av NordForsk. SureAqua er ein fimm ára samstarvsverkætlan, sum varð sett á stovn í 2017. Endamálið er at menna eina meira burðardygga havvinnu, tí sonevndu Blue Bioeconomy. Stuttfilmur um Blue Bioeconomy og SureAqua kann síggjast her

Í samband við verkætlanina kannar Fiskaaling viðurskiftini fyri meiri burðardygga aling í Føroyum.

Hetta verður eitt nú gjørt við at kanna møguleikar fyri samaling (IMTA: Integrated Multi- Trophic Aquaculture) við laksi, kræklingi og tara.

Samaling (IMTA) snýr seg um at gagnnýta lívrunnar partiklar og tøðevni, ið vera latin út í náttúruna í sambandi við aling av fiski, sum føði til onnur djóra ella plantusløgum, og harvið minka um dálkingina.

Kanningin verður gjørd í samstarv við Luna, og ein liður í kanningini, er at savna grundleggjandi vitan um vistfrøðina í einum føroyskum firði.

Grein um SureAqua sæst her í leinkju til Vísindavøkublaðið.

Leinkja til heimasíðuna hjá SureAqua

 

Kontaktpersónur: Gunnvør á Norði