Mynd: Ólavur Frederiksen, 2020

Salmon and the surf

Laksaalingin flytir seg alsamt longur út á meira og meira harðbalin øki. Hesi øki hava betri útskifting av vatni, elva til minni dálking á botni, og kunnu hava við sær minni lúsasmittu. Vansin kann vera, at her er eisini meira streymur og alda, og tað er ikki vist, at laksurin tolir hetta so væl.

Í hesi verkætlan, sum er partvís fíggjað av sfi EXPOSED, kanna vit hvussu laksurin ger fyri at tillaga seg umstøðurnar í aliringinum, serliga í mun til aldu og streym. Somuleiðis kanna vit eisini trivnaðin hjá laksinum fyri at betri skilja, hvussu væl hann tolir hesar broyttu umstøður.

Fyribilsúrslitini vísa, at tá tað kemur til aldu ber ikki til at hyggja eftir henni einsamallari, tí streymur og broyting á skapinum av nótini hevur sera stóra ávirkan á, hvussu laksurin ber seg at. Hartil er eisini stórur munur á langari og stuttari aldu, og ikki bara hvussu høg aldan er. Um tað er langt millum aldutopparnar (lang alda), so stingur aldan nógv djúpri, og tískil kann laksurin ikki kava fyri at sleppa undan henni. Tá má laksurin halda seg burtur frá nótini, so hann ikki rennur á. Um tað samstundis rekur hart, so kemur botnurin á nótini upp, so laksurin hevur minni pláss at flyta seg í. Hetta kann vera avbjóðandi fyri laksin, so tá farið verður út á uppaftur meira harðbalin øki, er neyðugt at hava hetta í huga, tá avgerð verður tikin um stødd av ringi, biomassu og eisini fiskastødd. Stórir fiskar klára at svimja skjótari enn smáir, men teir eru eisini eitt sindur minni kringir. Alt hetta kann gera mun.

 

Kontaktpersónur: Ása Johannesen