Persónligheit hjá rognkelsum

Tað er sera ymiskt hvussu væl rognkelsi eta lús og hetta kann gera tað trupult at avgera hvussu nógv rognkelsi skulu setast út, og nær tað er best at seta tey út. Henda verkætlan, sum er fíggjað av Granskingarráðnum, snýr seg um at kortleggja atferðina hjá rognkelsum, fyri betri at skilja hví tey eru so ymisk. Í verkætlanini eru 200 rognkelsi kannað fyri ymisk atferðarbrigdi (persónsleika) og síðani kannað fyri at vita um tey eta lús.

Til ber at síggja, at rognkelsini eru ymisk í mun til hvussu aktiv tey eru, hvussu djørv, hvussu forvitin, og hvussu skjót tey eru til at venja seg við nýggjar umstøður. Øll hesi viðurskifti kunnu ávirka hvørt eitt rognkelsi fer at eta lús, men higartil ber ikki til at siga at eitt ávíst atferðarbrigdi ella rognkelsi við ávísum persónsleika etur meira lús enn annað.

Í verkætlanini er eisini kannað hvussu rognkelsi trívast í alinótum og hvat tey eta. Millum annað varð fylgt við í hvønn mun tey brúka tvey ymisk sløg av skjóli og hvussu stórur partur av rognkelsunum etur lús. Fyribilsúrslitini vísa, at rognkelsini eru nógv meira aktiv um dagin, og um tey hava eitt skjól, sum er væl egnað at krógva seg í, so brúka tey hetta nógv um náttina og minni um dagin. Hinvegin, um skjólið ikki er so væl egnað til at krógva seg í, so verður tað brúkt eitt sindur um dagin og als ikki um náttina. Harafturat sæðst, at at meginparturin av rognkelsunum vóru úti við nótina og tá tað rekur hart, eru uppaftur fleiri rognkelsi at síggja úti við nótina. Somuleiðis eru eisini fleiri rognkelsi í einum slagi av skjóli, sum er gott at súgva seg fast í. Aðrar eygleiðingar hava víst, at í hørðum ráki megna rognkelsi ikki at svimja ímóti og kunnu blíva skumpað inn ímóti nótini. Tískil kann tað vera, at tá tað rekur, so velja hesi at royna at súgva seg føst, um tey kunnu.

 

Kontaktpersónur: Ása Johannesen