Trivnaður hjá sjósílum

Vitanin um føroyska sjósílastovnin er sera avmarkað. Í hesi verkætlanini kanna vit munir í trivnaðinum hjá sílum á sjónum, bæði innan ár og millum ár.

Ein og hvør, ið fær síl, kann savna inn roðslu til Firum og vera við í lutakastinum um 10.000 skattafríar krónur. Um hetta hevur tín áhuga ber til at fáa brævbjálvar á hesum støðum:

  • Magn, Trongisvágur
  • Hjá Rólant, Sandur
  • Jógvan Weihe, Tórshavn
  • Effo, Kollafjørður
  • Effo, Skálafjørður
  • Stanley, Norðskáli
  • Berglon, Klaksvík
  • Handilsvirkið Niclasen, Sørvágur

Ella við at skriva navn og bústað til okkara á fiskur@firum.fo, og so senda vit tykkum brævbjálvar.

Les vegleiðing til tøku av roðslu og útfylling av brævbjálvanum her.

Brævbjálvar við roðsluroyndum og uppmátingum skulu vera Firum í hendi í seinasta lagi 1. desember 2024. Fríggjadagin 13. desember verður drigið millum innkomnu brævbjálvarnar um 10.000 skattafríar krónur.

 

Kontaktpersónur: Kirstin Eliasen

Havbúnaðarfelagið fíggjar verkætlanina.

Seinasta ársfrágreiðingin í samband við verkætlanina kann lesast her.