Galdandi viðtøkur hjá Firum (P/F Fiskaaling) eru frá 2009. Firum bindir seg soleiðis eisini til at virka sambært teimum í lógini nærri greinaðu reglunum.
Arbeiðssetningurin hjá Firum varð greinaður enn nærri í 2018, tá Uttanríkis- og vinnumálaráðið og Firum (P/F Fiskaaling) undirskrivaðu ein nýggjan sáttmála. Hesin sáttmálin, sum eisini er liður í arbeiðinum hjá Føroya landsstýri at verkseta Heimsmálini fyri burðardygga menning, hevur til endamáls at fáa til vega vitan til eina varandi aling í Føroyum.
Í sáttmálaskeiðinum 2021-2023 fer Firum at hava høvuðsfokus á gransking, menning og ráðgeving innan ávís økir, ið eru tengd at:
- Betri gagnnýtslu av alifirðum,
- Fiskavælferð,
- Lús og smittu.