CTD mátingar geva upplýsingar um hita, salt og densitet broytingar gjøgnum dýpi, umframt oxygen innihaldið í sjónum og flúrglógvan, sum er eitt óbeinleiðis mát fyri gróðurin í sjónum.

Til lesandi

Granskingararbeiðið á Firum hevur til endamáls at menna vitan um aling og viðurskifti, ið kunnu setast í samband við aling og teir karmar alingin virkar í. Serligur dentur verður lagdur á vitan, ið kann menna eina varandi føroyska aling.

Firum veit, at lesandi eru týdningarmikið tilfeingi, tá um ræður at fáa inn nýggja vitan, hugskot og, sum heild, nýggjan íblástur til tað arbeiði, sum Firum hevur ábyrgd fyri.

Í sáttmálanum millum Uttanríkis- og vinnumálaráðnum og P/F Fiskaaling verður dentur lagdur á, at virksemið á stovninum skal vera liður í arbeiðinum at verkseta Heimsmálini fyri burðardygga menning, og soleiðis fáa vitan til eina varandi aling.

Lesandi hava í mong ár luttikið í verkætlanum á Firum, eins og nógvar ymiskar ritgerðir eru skrivaðar her gjøgnum árini. Samstarvið við lesandi hevur týdning fyri Firum, og hinvegin vita vit eisini, at slíkar uppgávur eru við til at menna arbeiðið hjá teimum lesandi og, ikki minst, er við til at eggja til hugin at leita upp og framleiða nýggja og spennandi vitan.

Á leinkjuni niðanfyri eru verkætlanaruppskot til lesandi innan lívfrøði og verkfrøði:

Uppskot til lívfrøðiligar verkætlanir

Uppskot til verkfrøðiligar verkætlanir

 

Vit hava eisini ein bókling við uppskotum til serritgerðir og framdar serritgerði. Her er talan um alt frá Bachelor-, Masters- og PhD-verkætlanir. Hesar kunnu nýtast sum íblástur til nýggjar verkætlanir.

Bóklingur um verkætlanir og ritgerðir

 

Hevur tú onnur hugskot til ritgerðarevni, ert tú sera vælkomin at seta teg í samband við okkum. Vit eru altíð áhugaði í nýggjum konstruktivum tonkum.

Tróndur J. Kragesteen

Tróndur J. Kragesteen skrivaði masterritgerð á Firum um sporingsmyndil, ið roknar sambandið millum aliøkini í Føroyum orsakað av sjóvarfalsrákinum. Hann skrivaði síðani PhD-ritgerð á Firum, sum hann vardi í 2020.

Tak bóklingin frá 2022 niður her.

Tak bóklingin frá 2020 niður her.