Ráðstevnan Vitan til varandi aling 2023 verður í høvuðsheitum skipað við framløgum. Granskarar frá Fiskaaling, Havstovuni, Sjókovanum, Fróðskaparsetri Føroya, Heilsufrøðiligu starvsstovuni, Nofima (NO), Havforskningsinstituttet (NO) og SYKE (FI) fara at leggja fram nýggja vitan og granskingarúrslit um aling og viðurskifti, ið hava við aling at gera.
Lús og fiskavælferð
Frode Oppedal
Frode, PhD, starvast sum granskari á Havforskningsinstituttet í Norra. Hansara gransking snýr seg í høvuðsheitum um fiskavælferð, og hvussu lívfrøðiligar fortreytir eiga at vera grundarlagið undir alivinnuni. Granskingin hjá honum fevnir um laks og reinsifisk í alibrúkum á sjónum, teirra atburð og mørk fyri vælferð í vinnuligum, náttúrliga broytandi og eftirgjørdum umhvørvum. Hansara gransking hevur ført til menning av fleiri fyribyrgjandi tiltøkum ímóti lús, ið er grundað á grundleggjandi vitan um atburð og menning hjá laksalúsini.
Debes Hammershaimb Christiansen
Debes er granskari og deildarleiðari á Heilsufrøðiligu starvsstovuni. Hann hevur, síðani hann byrjaði á Heilsufrøðiligu starvsstovuni í 2002, drúgvar granskingarroyndir við ymiskum sjúkuelvandi bakterium og vira, serliga fiskasjúkum og ILA hjá alilaksi.
Lauris Boissonnot
Lauris Boissonnot er granskari og menningarsamskipari á Aqua Kompetanse í Norra. Hon hevur PhD í “Marine ecology” frá University Centre í Svalbard. Hennara gransking snýr seg um fiskavælferð í alivinnuni við denti á reinsifiskavælferð.
Jessica Di Toro
Jessica Di Toro er PhD lesandi í University of Stirling í samstarvi við Fiskaaling. Hennara verkætlan snýr seg um føðslutørvin og vælferðina hjá rognkelsum.
Veðurlagsbroytingar
Karin Margretha H. Larsen
Karin Margretha H. Larsen er deildarleiðari á Umhvørvisdeildini á Havstovuni. Hon hevur PhD í fysiskari havfrøði (2009) og granskar m.a. í rákinum tvørtur um Grønland-Skotland ryggin.
Eydna í Homrum
Eydna í Homrum er granskari á uppsjóvardeildini á Havstovuni. Harafturat fæst hon við rannsóknartúrar, stovnsmetingar o.a. Serøkið hjá henni er sild og brislingur, men hon tekst eisini við annan uppsjóvarfisk.
Sirpa Lehtinen
Sirpa hevur eina PhD í “Marine Biology and Biological Oceanography” frá University of Helsinki. Hon hevur drúgvar royndir sum granskari á finsku umhvørvisstovuni SYKE, har hon hevur arbeitt í 11 ár. Ein av hennara uppgávum á SYKE er at samskipa verkætlan um yvirvøku av plantuæti í Eystursjónum.
Amanda Vang
Amanda er leiðari á deildini Biotøkni á Fiskaaling. Hon hevur PhD í "Biomedical Science" frá University of Connecticut Health Center í USA, og hevur granskingarroyndir innan mýlislívfrøði og mucus heilsu. Hon hevur lagt nógv arbeiði í at skilja, hvussu broytingar í umhvørvinum kunnu viðføra til kroniska inflammation.
Aling, búskapur og samfelag
Unn Laksá
Unn Laksá er stjóri í Sjókovanum. Hon hevur eina Phd í stjórnmálafrøði frá University of Liverpool. Hon hevur drúgvar royndir við altjóða granskingarverkætlanum innan bláa lívfeingisbúskapin, har hon hevur arbeitt nógv við burðardygd og samfelagsbúskaparligum viðurskiftum rundanum fiski- og alivinnuna.
Magni Laksáfoss
Magni hevur PhD í Búskaparfrøði frá Roskilde Universitet. Ritgerðin var um føroyska búskapin. Magni hevur drúgvar royndir við Evropeiskum, norðurlendskum og føroyskum granskingarverkætlanum, sum t.d. EU FP7 verkætlanini MareFrame, og H2020 verkætlanini ClimeFish.
Eirik Mikkelsen
Eirik hevur PhD í búskapi og samfelagsfrøði frá Universitetinum í Tromsø. Hann starvast sum granskari á NOFIMA. Hansara granskingararbeiðið fevnir um samfelagsviðurskifti, ið eru knýtt at alivinnuni í Noregi, herundir nýtslu av norsku firðunum.
Zvonko Mrdalo
Zvonko hevur PhD í búskaparfrøði frá University of Aberdeen. Hann starvast sum adjunktur og granskari á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya. Hansara gransking hevur serliga snúð seg um búskaparlig viðurskifti og váðagreiningar í føroysku ali- og fiskivinnuni.