Vitan til varandi aling | VTVA 2025

Vísindaliga ráðstevnan Vitan til varandi aling | VTVA 2025 verður hildin á Hotel Hilton Garden Inn í Tórshavn, fríggjadagin 31. oktober 2025, frá klokkan 8.30 til klokkan 16.00.

Tað er Firum, sum skipar fyri tiltakinum, hvørs endamál er at viðgera og leggja fram nýggjastu gransking, sum hevur týdning fyri alivinnuna. Ráðstevnan vendir sær serliga til granskarar og fakfólk úr vinnuni, frá almenna myndugleikanum og frá granskingarumhvørvinum sum heild.

Hetta er fjórða ráðstevnan av sínum slag, ið Firum fyriskipar. Fyrrverandi ráðstevnur hava verið væleydnaðar og afturboðanir vóru um, at tørvur er á fleiri vísindaligum ráðstevnum í Føroyum, so granskarar kunnu hittast oftari, samstarva tvørtur um fakmørk og leggja fram nýggjastu granskingarúrslit.

 

Tilmelding til VTVA 2025

Íroknað er lættur morgunmatur, døgurði á middegi, ymiskt leskiligt meðan ráðstevnan fer fram og okkurt lætt tá ráðstevnan er av.

  • Rokning verður send til eina t-post addressu, ið tú upplýsir okkum á tilmeldingarsíðuni.
  • Freistin at melda seg til 'VTVA 2025' er týsdagin 28. oktober.
  • Tilmeldingin fer fram á sergjørdari tilmeldingar heimasíðu.

Kostnaður: 2.550,- kr. (u/mvg)

Lesandi:
Lesandi á hægri lærustovnum, luttaka ókeypis, tó er avmarkað nøgd.
Um tú ert lesandi á hægri lærustovni, má tín luttøka váttast av Firum.
Send t-post til michael@firum.fo og kanna tínar møguleikar.

 

 

Ráðstevnuskrá

Sí ráðstevnuskránna her

 

Røðarar

Sí meira um okkara røðarar her