Vísindaliga ráðstevnan 'Vitan til varandi aling - VTVA 2024' verður hildin á Hotel Hilton Garden Inn í Tórshavn, fríggjadagin 8. november 2024, frá klokkan 9.00 til klokkan 16.00.
Tað er Firum, sum skipar fyri tiltakinum, hvørs endamál er at viðgera og leggja fram nýggjastu gransking, sum hevur týdning fyri alivinnuna.
Ráðstevnan vendir sær serliga til granskarar og fakfólk úr vinnuni, frá almenna myndugleikanum og frá granskingarumhvørvinum sum heild.
Hetta er triðja ráðstevnan av sínum slag, ið Firum fyriskipar. Fyrrverandi ráðstevnur hava verið væleydnaðar og afturboðanir vóru um, at tørvur er á fleiri vísindaligum ráðstevnum í Føroyum, so granskarar kunnu hittast oftari, samstarva tvørtur um fakmørk og leggja fram nýggjastu granskingarúrslit.
Tilmelding
Luttøkugjaldið er 2.350,- kr. (u/mvg) fyri hvønn luttakara.
Íroknað er lættur morgunmatur, døgurði á middegi, ymiskt leskiligt, meðan ráðstevnan fer fram og okkurt lætt tá ráðstevnan er av.
- Rokning verður send til eina t-post addressu, ið tú upplýsir okkum á tilmeldingarsíðuni.
- Freistin at melda seg til 'VTVA 2024' er 21. oktober 2024.
- Tilmeldingin fer fram á sergjørdari tilmeldingar heimasíðu.
- Lesandi á hægri lærustovnum, luttaka ókeypis (tó er avmarkað nøgd).
Tilmelda teg til 'VTVA 2024' HER