Vitan til varandi aling (VTVA) er ráðstevna, hvørs endamál er at viðgera og leggja fram nýggjastu gransking, sum hevur týdning fyri alivinnuna.
Ráðstevnan vendir sær serliga til granskarar og fakfólk úr vinnuni, frá almenna myndugleikanum og frá granskingarumhvørvinum sum heild.
Fyrsta tiltakið í 2021 var væleydnað og afturboðanir vóru um, at tørvur er á fleiri vísindaligum ráðstevnum í Føroyum, so granskarar kunnu hittast oftari, samstarva tvørtur um fakmørk og leggja fram nýggjastu granskingarúrslit.
Til ráðstevnuna í 2023 høvdu fyriskiparar valt evnini og sett seg í samband við granskarar um at halda framløgur. Í framtíðini er ætlanin at heita á áhugaði um at senda uppskot um evni og abstract til framløgur.
Vitan til varandi aling - VTVA 2024