Fiskavælferð

Karmarnir fyri góðari fiskavælferð mugu mennast. Fyrst og fremst má staðfestast, hvørji mát eru góð at brúka, tá vælferð hjá laksi og rognkelsum skal mátast, og síðani at fáa sett hóskandi mannagongdir í verk, fyri at finna hesi mát.

Tá hetta er gjørt, ber til at nýta innkomnu vitanina til at kanna, hvussu vælferðin hjá laksi verður ávirkað av tí, sum hann upplivir ígjøgnum lívið, eitt nú skiljing, vánaligt veður og avlúsing.

Viðvíkjandi rognkelsum eru eyguni meira vend ímóti, hvørjar mannagongdir og umstøður kunnu broytast, fyri at betra um vælferðina.