Partafelagið Firum (fyrr Fiskaaling), hevur røtur aftur til 1970 og hevur verið ein av slóðbrótarunum fyri teirri føroysku alivinnuni. Endamál felagsins er, smb. Løgtingslóg nr. 73 frá 25. mai 2009:
- at granska, menna og ráðgeva innan aling av vatnlivandi djórum og plantum og innan biotøkni
- at reka vinnuligt virksemi innan hetta virkisemisøki og
- annað starv í hesum sambandi.
Visjónin hjá stovninum er: VITAN TIL VARANDI ALING
Tí arbeiðir Firum við langsiktaðari og dygdargóðari gransking, sum hevur til endamáls at uppbyggja vitan á altjóða støði til varandi aling. Hetta arbeiði skal koma alivinnuni - og harvið eisini føroyska búskapinum sum heild - til góðar.
Sum óheft fyritøka skal Firum veita tænastur, sum alivinnan kann gagnnýta í alivirkseminum. Tann vitanin, sum Firum uppbyggir, er eisini við til at vísa fyri umheiminum, at føroyskar fyritøkur virka eftir altjóða krøvum innan fyri røkt, framleiðslu, umhvørvi og burðardygd.
Granskingararbeiðið á Firum hevur sostatt til endamáls at menna vitan um aling og viðurskifti, ið kunnu setast í sambandi við aling og teir karmar, alingin virkar í. Serligur dentur verður lagdur á vitan, ið kann menna eina varandi føroyska aling.
Sí okkara lýsingarfilm her: