Tað fylgja nógvar avbjóðingar við at ala laks á sjónum. Tann størsta avbjóðingin, síðani aling byrjaði, hevur verið laksalúsin (Lepeophtheirus salmonis). Lúsin finst natúrliga á villum laksafiski, og laksurin tolir vanliga rættliga fitt av lús. Tað skulu uml. 0,15 lús per gram av laksi, áðrenn fiskurin beinleiðis doyr av lúsini. Men av tí at lúsin, sum aðrir snýltarar, veksur eksponentielt, er tað skjótt at missa tamarhald á lúsini, og er hetta ein orsøk til at hava eitt lágt lúsatal.
Ein onnur orsøk at halda lúsini á einum lágum støði er, at villi fiskurin fær eitt ónatúrliga høgt smittutrýst frá aldum laksi, og hetta ávirkar villar laksastovnar neiliga. Hetta seinna er tó ikki líka aktuelt í Føroyum sum í eitt nú Norra.
Í allar flestu økjum, har laksur verður aldur, eru økini samantvunnin, tvs. at tey smitta hvønn annan. Hetta ger tað trupult at basa lúsini, bæði tí tað er torført at samansjóða viðgerðir, og tí at lúsin skjótari útviklar mótstøðuføri móti viðgerðum.
Ætlanin í hesi verkætlanini er at menna eitt lúsaprognosukort, ið kann nýtast sum eitt tól til at finna skynsamastu umsitingarætlanina av lús í Føroyum. Grundarsteinurin í hesum tólinum er eitt lúsapopulatiónsdynamikkmodell, sum tekur hædd fyri hydrodynamiska sambandinum ímillum aliøkir í Føroyum.
Í stuttum vil eitt tílíkt modell kunna siga okkum, hvussu alt alinetverkið ávirkast av eini viðgerð í einum øki. Fyri at eitt tílíkt modell kann nýtast, er alneyðugt at validera modellið ímóti veruligum lúsateljingum. Altso at vísa, at modellið á nøktandi hátt megnar at simulera søgulig lúsatøl.
Um hetta stigið eyðnast, so kann modellið nýtast til rættuliga nógv, sum td. hvussu Føroyar kunnu skipa sína laksaaling, so at minst møguligar lúsaviðgerðir verða framdar og samstundis hava tamarhald á lúsini.
Verkætlanin er fíggjað av Granskingarráðnum.
Kontaktpersónur: Tróndur J. Kragesteen