Føðslutørvur hjá rognkelsum

Rognkelsi er ein sera nýggjur fiskur í aling, og tískil er enn nógv vit ikki vita um teirra tørv. Hetta kann hava við sær avbjóðingar fyri trivnaðin hjá rognkelsum, so tað er alneyðugt at vinna sær so nógva vitan sum gjørligt. Henda verkætlan, sum er ein PhD verkætlan á Fiskaaling í samstarvi við University of Stirling, Bakkafrost, Havsbrún og Aker Biomarine, hevur sum aðalendamál at skilja føðslutørvin hjá rognkelsum, so tað ber til at gera eitt fóður, sum tryggjar at tey fáa alt teimum tørvar.

Í verkætlanini vera rognkelsi úr aling og náttúruni kannað fyri, hvussu tey hava tað, hvat tey hava etið, og hvørji føðsluevni tey innihalda. Grundað á hesa vitan verður eitt fóður samansett, sum síðani verður kannað í eini fóðurroynd, har tað verður samanborið við onnur fóður á marknaðinum.

Jessica Di Toro er PhD studentur og stendur fyri hesi verkætlan. Hennara vegleiðaratoymi eru Sonia Rey Planellas og Monica Betancor við University of Stirling og Ása Johannesen á Fiskaaling. Vinnupartnarar eru Ella Joensen á Bakkafrost, Hans Jákup Jacobsen á Havsbrún og Tibiabin Benitez-Santana og Kjetil Ribe á Aker Biomarine.

 

Kontaktpersónur: Jessica Di Toro