Botndjór, flokkingarskipan

Havbúnaðarfelagið og Umhvørvisstovan gjørdu t. 23. novembur 2020 avtalu við Fiskaaling um at menna eina nýggja flokkingarskipan fyri botndjór á føroysku firðunum. Skipanin skal brúkast til at meta um møgulig umhvørvisárin frá alingini, og verður eitt hent amboð afturat í amboðskassanum at tryggja eina burðardygga nýtslu av alifirðunum.

Endamálið er at menna eina flokkingarskipan fyri botndjórakanningar á føroysku firðunum, sum tekur útgangsstøði í einum føroyskum sammetingargrundarlagi. Fyri at kunna meta um ein botnur á einum fjørði er ávirkaður/dálkaður er neyðugt at kenna, hvussu botnurin sær út, tá hann ikki er ávirkaður, t.v.s. at neyðugt er at hava eitt sammetingargrundarlag.

Flest øll lond hava tí ment eina 5 stiga flokkingarskipan fyri botndjór, har, alt eftir hvussu nógv eina botndjórakanning víkir frá sammetingargrundarlagnum, t.e. tí náttúrligu óávirkaðu støðuni, støðan á botninum kann flokkast sum ávikavist: 1. sera góð, tvs einki frávik er frá náttúrligu støðuni, 2. góð ella lítið frávik er frá náttúrligu støðuni, 3. tolulig, 4. vánalig ella 5. sera vánalig.

Flokking 1-5

Kelda: Tillagað mynd frá Direktoratgruppens Vanndirektivet 2018. Veileder 2:2018. Klassifisering.

Verkætlanin byggir víðari á verkætlanina at menna eitt sammetingargrundarlag fyri lívfrøðiliga margfeldið á føroyskum firðum, sum Granskingarráðið fíggjaði, og har alifeløgini lótu data. Verkætlanin, sum varð liðug á heysti 2020, staðfesti, at botndjóralívið á føroysku firðunum frá náttúrinnar hond er øðrvísi enn í okkara grannalondum. Tí er neyðugt at menna eina serføroyska flokkingarskipan fyri botndjór. Sammetingargrundarlagsverkætlanin hevur verið ein fortreyt fyri, at tað nú ber til at fara undir at gera eina føroyska flokkingarskipan.

Í stýribólkinum fyri verkætlanina sita umboð fyri Umhvørvisstovuna, Havstovuna, Biofar og Havbúnaðarfelagið. Verkætlanin byrjaði í novembur 2020, og verður ætlandi liðug í oktobur 2021.

Verkætlanin er fíggjað av Havbúnaðarfelagnum og Umhvørvisstovuni.

Tíðindaskriv um verkætlanina.

 

Kontaktpersónur Heidi Mortensen