Vistfrøði

Deildin Vistfrøði arbeiðir breitt við vistskipanum á firðum fyri betri at skilja samspælið millum náttúru og aling. Verkætlanirnar snúgva seg í stóran mun um, hvussu umhvørvið og alingin á firðunum ávirka tey lívfrøðiligu og evnafrøðiligu viðurskiftini.

Vit gera langtíðarkanningar av hesum viðurskiftunum bæði í sjónum og í botninum, við tí endamáli at uppbyggja vitan um árstíðarbroytingar og møguligar langtíðarbroytingar. Vit hava eisini granskingarsamstarv við aðrar granskingarstovnar, myndugleikar og alivinnuna, og útinna bæði granskingarverkætlanir og umbidnar verkætlanir.

Á deildini verður m.a. arbeitt við at skilja spjaðing og smittu av laksalús og øðrum útláti á firðunum, fyri at leggja alingina til rættis á skynsamasta hátt. Harafturat arbeiða vit við samalingarskipanum, har rognkelsi, kræklingur og tari verða nýtt sum hjálparamboð í laksaalingini. Taraaling er nýggj vinna í Føroyum. Vistfrøðideildin arbeiðir við samspælinum millum taravøkstur, góðsku og umhvørvi.

Alibrúkini fara alsamt longur út á firðirnar, har aldan sleppur til. Vit kanna trivnaðin hjá alifiskinum undir hesum broyttu umstøðunum.

Starvsfólk í Vistfrøði

Navn Starv Telefon T-post
Ása Johannesen Lívfrøðingur, PhD +298 77 47 64 asajoh@firum.fo
Birgitta Andreasen Evnafrøðingur, PhD +298 77 47 52 birgitta@firum.fo
Gunnvør á Norði Lívfrøðingur, PhD +298 77 47 35 gunnvor@firum.fo
Tróndur Kragesteen Deildarleiðari, verkfrøðingur, PhD +298 77 47 36 trondurk@firum.fo