TelduToymið

Á Fiskaaling hava vit eisini eitt tvørdeildarligt toymi, sum vit nevna TelduToymið. Av tí at nógv gransking so líðandi verður meira og meira tengd av at nýta nógva teldumegi, og at Fiskaaling fekk fígging til at fremja sítt infrakervið í samband við verkætlanina FM-HAT (ella FM), eru nógvir granskarar sum fáast við júst hetta, á Fiskaaling. Okkara størstu rokniteldu (superteldu) kalla vit Kvasir. Hon verður nýtt til at koyra eitt havfrøðiligt model FarCoast (ROMS), okkara lúsasimulator (LUSIM), eina botndjóra databasu, og mangt annað. Umframt Kvasir hava vit eisini nakrar smærri “superteldur”. Tvær av teimum eru Hugin og Bylgjan, sum koyra smærri uppgávur.

 

Teldugrundagransking, er ikki tað sama, sum vit vanliga seta í samband við tað slagið av "KT" (kunningar tøkni/information technology (IT)) sum flestu fólk sum arbeiða við teldum fáast við. Tí er hendan “deildin” samansett av fólkum við nógvum ymiskum førleikum innan háavrikandi teldumegi, hvaðani tað er umráðandi at skilja hvussu teldur eru uppbygdar, bæði viðvíkjandi hardware og software, fyri at kunna svara uppá granskingarspurningar, sum altíð er ymiskir. Ein framløga um hettar evni er at finna á heimasíðuni hjá KVF (https://kvf.fo/sending/visindavoka-fyrilestrar?sid=118849). 

 

Áðrenn teldutoymi veruliga var sett á stovn, brúktu vit millum annað tíð uppá at gera tað frálíka føroyska orðið "HáAvrikandiTeldumegi" (HAT), sum er sama orð sum High Performance Computing (HPC) ella í mannamunni superteldur, sum skal lýsa tað samspælið sum er millum telduforritan av bæði software og hardware, og samspælið við tann serliga trupulleikan sum skal loysast av hesu teldu. Ein stórur partur av hesum slagið av forritan er lið-um-lið forritan ella parrallelisering av stórum uppgávum, sum ger at uppgávur kunna deilast út, og verða loystar á nógvum teldum í senn, og har við verða loystar skjótari. Fyri jarðalisfrøðiligar spurningar verur numerikkur nýttur, hettar verur vanliga nevnt "computational physics" ella á føroyskum kundi vit nevna hettar forritanar/teldu-alisfrøði.

Hettar er tann leistur sum nýtist til myndlar innan havfrøði, veðurfrøði og veðurlagsfrøði.

 

Í Teldutoyminum eru:

 

Frá Fjarðelvi:

Sissal, Trondur, Heðin, Erna

 

Frá Vistfrøði:

Trondur og Birgitta

 

Frá Fiskaheilsu:

Teitur

 

Frá Biotøkni:

Amanda

 

Frá KT deildini/Umsitingini:

Bogi