Fyrisiting

Stjórin

Jóhanna Lava Køtlum varð settur stjóri á Firum í 2016. Jóhanna hevur eina kandidatútbúgving frá Tromsø Universitet/Aarhus Universitet, umframt eina Masterútbúgving í Umhvørvismeting frá Universitetinum í Aalborg. Hon hevur áður arbeitt sum málsviðgeri hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, deildarleiðari og stjóri á Umhvørvisstovuni og deildarleiðari á grønlendska fiskimálaráðnum í Nuuk.

Stjórin á Firum hevur ábyrgd fyri fakliga, strategiska og fíggjarliga raksturin. Hon hevur somuleiðis ábyrgd fyri øllum innanhýsis viðurskiftum í sambandi við virksemi, ognir, sambond við myndugleikar og vinnuna, umframt starvsfólkamál.

 

Skrivstovan

Skrivstovan hevur ábyrgd fyri eini røð av innanhýsis tænastum umframt samband við uttanhýsis partar.

Uppgávurnar umfata vanliga móttøku av vitjandi og annað samband, sum verður tikið til Fiskaaling. Aðrar uppgávur umfata:

  • Eftirlit og umsiting av almennum krøvum og góðkenningum.
  • Starvsfólkaførleikar og fyriskipan av skeiðum.
  • Avtalur og samskifti við veitarar.
  • Innkeyp til fyritøkuna.
  • Skrivari í trygdarbólkinum.

Skrivstovan samskipar eisini tiltøk og uttanhýsis sambond, so sum luttøka í ymiskum verkætlanum, og fyriskipan av ráðstevnum og tiltøkum. Uppgávur umfata:

  • Røkja heimasíðu, kunning og tíðindaflutning.
  • Limaskapur í EURAXESS.
  • Menningarsamstarv

Skrivstovan hevur eftirlit við ognir felagsins, so sum bygningar, tól og flutningsfør, soleiðis at neyðugt viðlíkahald, dagføringar og umvølingar verða framd.

 

Starvsfólk í leiðslu & umsiting

Navn Starv Telefon T-post
Amanda Vang Deildarleiðari, kyknulívfrøðingur, PhD +298 774 767 amanda@firum.fo
Annette Spange Davidsen Skrivstovufólk +298 77 47 63 annette@firum.fo
Erna Lava Olsen Deildarleiðari, Havfrøðingur, MSc +298 77 47 59 erna@firum.fo
Jógvan Fríðálvur Hansen Maskinmeistari +298 77 47 30 jogvanf@firum.fo
Jóhanna Lava Køtlum Stjóri, lívfrøðingur, MSc +298 77 47 47 johanna@firum.fo
Kirstin Eliasen Deildarleiðari, PhD +298 77 47 03 kirstin@firum.fo
Tróndur Kragesteen Deildarleiðari, verkfrøðingur, PhD +298 77 47 36 trondurk@firum.fo