VN 182 Andrias Reinert
Granskingarfarið hjá Firum, Andrias Reinert, verður brúkt til kanningar- og granskingararbeiði av ymiskum slagi. Nógvar verkætlanir, sum granskarar á Firum eru knýttir at, skulu brúka dátur og kanningar, sum verða gjørd á sjónum.
Nakrar av høvuðsuppgávunum hjá Andrias Reinert eru: lúsatrolingar, planktonkanningar, botnkanningar, hydrografiskar kanningar og streymmátingar. Báturin verður eisini brúktur at seta mátiútgerð út og taka útgerðina inn aftur. Møguleiki er at máta og skráseta streymferð í mun til botnin, meðan báturin siglir. Harafturat hevur Firum ávísar uppgávur at gera dýpdarmátingar í økjum, har mátingar ikki eru tøkar, soleiðis at neyvari botnkort kunnu gerast.
Firum keypti Andrias Reinert í 2016. Granskingarfarið er navngivið eftir Andrias Reinert, sála (1934-2019), sum var stjóri á Firum 1974-1995.
Tekniskar upplýsingar
- Kallimerki OW 2057
- Havnanummar VN 182
- IMO: 8814665
- MMSI: 231 406 000
- Heimstaður: Hvalvík
- Bygdur: Sydvest Stålbåtar, Svøríki í 1986.
- Dimensiónir
- 11,4 BT
- 3,4 NT
- LOA: 13,0 m
- Breidd: 3,9 m
- Dýpd: 1,6 m
- Maskina: Sisu Diesel (2022), typa 74 CTIM
- 235 kW/320 hk
- Onnur útgerð:
- Palfinger PK4501 krani (2020)
- Capstan 1000 kg
- Línuspæl
- Alla vanliga nautiska útgerð
Kontaktpersónur: Jógvan F. Hansen