FMHAT er ein postdoc-verkætlan, sum Sissal Vágsheyg Erenbjerg, granskari á Fiskaaling, stendur á odda fyri.

FMHAT

Endamálið við FMHAT er at betra umstøðurnar hjá teimum í Føroyum, sum fáast við teldugrundaða gransking, við at menna umhvørvið fyri háavrikandi teldumegi (High Performance Computing - HPC) á Firum og í Føroyum. 

HPC verður ofta sett í samband við superteldur, men viðvíkur ikki bara teldum og megi. HPC snýr seg líka so nógv um tað samspæl, ið er millum telduforritan av bæði software og hardware, og samspælið við tann serliga trupulleikan, sum skal loysast av hesi teldu. Ein stórur partur av hesum slagi av forritan er lið-um-lið forritan ella parrallelisering av stórum uppgávum, sum ger, at uppgávur kunnu deilast út, og verða loystar á nógvum teldum í senn, og harvið verða loystar skjótari. 

Við hesum arbeiði verður gjørligt hjá vísindafólki í Føroyum at gera tungar og krevjandi rokniuppgávur í Føroyum; uppgávur, sum nú mugu gerast uttanlands. HPC tøknin er viðkomandi fyri ein breiðan skarða av føroyskari gransking sum hagfrøði, mýlavísindi, ílegugransking og búskaparfrøði, og er serligan viðkomandi fyri tey, ið arbeiða við vætuelvi (fluid dynamics), so sum havfrøði, veðurfrøði, veðurforsagnum og klima.  

Atgongd til stóra teldumegi er avgerandi á fleiri granskingarøkjum fyri at kunna fylgja við í nútíðar vísindaarbeiði, men tað er gravgangur eftir atgongd til HPC tøkni og nýtslan kann vera dýr. Tí velja stovnar at gera sínar egnu loysnir og úrslitið er, at granskarar ofta arbeiða einsamallir við avmarkaðari teldumegi og lítlari tøkniligari hjálp. Úrslitið er eisini, at stór teldumegi kann vera óbrúkt í longri tíð, um ein verkætlan er endað og viðkomandi stovnur ikki brúkar hana. Verkætlanin FMHAT (Føroyski Miðdepilin fyri HáAvrikandi Teldumegi) er fyrsta stig á leiðini at menna føroyska umhvørvið fyri háavrikandi teldumegi og at betra samstarvið ímillum teir føroysku granskingarstovnar, ið hava øktan tørv á rokniteldum og teldumegi. Við hesum fæst meira burturúr teldutilfeinginum og menniskjaliga tilfeinginum. 

Í verkætlanini verður háavrikandi teldumegin nýtt at víðarimenna og eftirkanna FarCoast havmyndilin fyri Føroyar. Tað, at ein háupploystur havmyndil kann koyrast í Føroyum er avgerandi fyri føroyska hav- og aligransking. Úr hesum arbeiði verður eitt savn gjørt við 10 árum av modell data fyri føroyska landgrunnin og firðirnar. Tað vil siga, at dátur eru til taks fyri hvørjar 160 m av øllum landgrunninum fyri 10 ár. Hetta ger, at munandi betri lýsingar kunnu gerast av, hvussu rák og streymur eru á føroysku firðunum, hvussu firðirnir ávirkast av illveðri av ymsum ættum, hvar aliøki kunnu vera o.s.fr. Dáturnar kunnu eisini nýtast at lýsa ymisk lívfrøðilig viðurskifti. Harafturat kunnu modelldátur frá FarCoast nýtast sum grundarlag fyri aðra modellering so sum, hvussu laksalýs spjaðast, hvussu alifóður legst á botn, hvussu aldur gera rák á aliøkjum og annað. 

Virksemi í FMHAT verkætlanini kann sigast vera:  

  • Samfelagsgagnligt: Tí tað flytur føroyska vísindaumhvørvið frameftir og ger, at uppgávur kunnu gerast í Føroyum, sum nú mugu gerast uttanlands. Eisini ger tað at fólk, ið arbeiða einsamøll og spjadd runt á ymsum stovnum, hava eitt felags fakumhvørvi, at nýggj fólk í fakinum hava lættari at byrja og at fakfólk í teldugranskingarstørvum ikki fella frá. Telduøkið mennist skjótt og fellir tú frá í stutta tíð kann vera trupult at koma í gongd aftur. Við arbeiðnum í FMHAT er lættari at lyfta hesi fólk inn aftur á teldugranskingarøkið.
  • Skaðafyribyrgjandi: Tí, at dáturnar frá verkætlanini gera, at vit kenna føroyska havøkið betri, og at vit t.d. hava betri treytir at taka avgerðir viðvíkjandi alivirksemi á føroysku firðunum. Eitt nú hvussu aliútgerð best kann tryggjast í illveðrið fyri at sleppa undanskaða á útgerð. 
  • Tryggleikaskapandi: Tí, at tað, við øktu roknimegini, fer at vera gjørligt at gera havforsagnir, ið fara at betra um veðurforsagnirnar fyri Føroyar.

 

Verkætlanartíðarskeið: 2022-2025

 

Kontakt: Sissal Vágsheyg Erenbjerg