Høvuðsendamálið við hesi PhD-verkætlan er at kanna aldugjørt rák á firðum, víkum og vágum í Føroyum. Í verkætlanini verður ein teldumyndil mentur, ið greinar aldu og aldugjørt rák. Myndilin verður fyrst mentur fyri Sandsvág og síðani fyri onnur harðbalin økir, sum møguliga eru egnaði til aling.
Sjálvt tá alduhæddin máta við Vestanboyuni hjá Landsverk var 18 m, var mátaða alduhæddin við aliøkið á Sandsvág avmarkað til 4,5 m av lendinum og boðanum. Avbjóðingin á Sandsvág er, at tá aldan brýtur um boðan, fyllir hon sjógv inn á vágna og ger eitt rák, sum rakar aliøkið. Hetta rák kann verða sera hart og sera áhaldandi. Ein avleiðing er, at alinótin verður lyft upp, so tað treingist hjá laksunum. Fiskurin roynir samstundis at halda sær í móti rákinum, og tá hesir verða trýstir út móti nótini, er úrslitið ofta, at fiskurin fær roðsluskaðar og doyr nakrar dagar seinni. Hetta hendi eitt nú í 2016, tá sera nógvur fiskur doyði i øðrum ringinum.
Við betri vitan um hesi viðurskifti ber til at skilja alla vágna betur. Tá kann alibrúkið verða lagt har tað í minst møguligan mun verður rakt av hesum vandamikla ráki, og samstundis ikki koma so langt út, at aldan gerst ov stórur trupulleiki.
Tær royndir og menning av myndlaamboðum, sum koma úr hesi PhD verkætlanini, kunnu verða sera hent, tá alingin flytur út til meira harðbalin økir, til at framsíggja fyribrigdir nær landi í heila tikið, so at vandin fyri sera kostnaðarmiklum mistøkum minkar.
Tá streymur verður mátaður, verður tað antin gjørt í einum staði í eina tíð, ella frá báti í øllum økinum. At máta í einum staði vísir ikki, hvussu rákið er aðrastaðni á vágni, og at máta við báti vísir ikki, hvussu rákið er í illveðri. Við einum modelli ber til at modellera aldu- og aldugjørt rák fyri stór øki og í øllum veðri, og sostatt ber til at síggja frammanundan, hvar skaðahendingar kunnu væntast.
At kenna rákið er ein fortreyt fyri at kunna meta, um tað ber til at ala á økinum, og hvar alibrúkið skal liggja, fyri at:
- fiskavælferðin er best møgulig
- vandin fyri skaða er so lítil sum til ber
- viðlíkahald av brúkinum og viðgerð av fiskinum er optimal
- meta um langtíðarváðan, 10 ára og 50 ára alda Við at gera myndlar av aldu og aldugjørdum ráki, har farið verður undir at ala, minkar váðin fyri kostnaðarmiklum mistøkum.
Við at gera myndlar av aldu og aldugjørdum ráki, har farið verður undir at ala, minkar váðin fyri kostnaðarmiklum mistøkum.