Rognkelsi, ið trívast, eta lús. Firum fremur rognkelsiskanningar fyri at kanna, hvussu rognkelsi, ið verða nýtt sum lúsatýnari á alibrúkum, trívast. Út frá kanningunum ber til at meta, um rognkelsini fáa nokk at eta, um umstøðurnar í ringunum eru nøktandi fyri rognkelsini, og hvussu røsk tey eru til at eta lús.
Á myndini her er dømi um lýs, sum eitt rognkelsi hevur etið.