Rognkelsi verða nýtt til at basa lús í Føroysku alivinnuni. Fyrstu rognkelsini vóru sett út í aliringar í Føroyum í 2014. Hóast avbjóðingarnar eru nógvar, hevur tað víst seg, at undir røttu umstøðunum eru rognkelsi ein effektivur lúsaátari.
Av tí at rognkelsi er ein relativt nýggjur fiskur í alivinnuni, er enn nógv vitan, ið manglar fyri at fáa rognkelsini at trívast í aliringunum. Komandi trý árini (2023-2026) fer Firum at fylgja trivnaði, heilsu, lúsaáti o.ø. hjá øllum rognkelsum í Føroyum. Endamálið er at framleiða vitan um “good practice”, sum alivinnan kann nýta í teirra arbeiði við rognkelsum.
Kontaktpersónur: Sandra Ljósá Østerø