Vitanin um føroyska sjósílastovnin er sera avmarkað. Í hesi verkætlanini kanna vit munir í trivnaðinum hjá sílum á sjónum, bæði innan ár og millum ár.
Ein og hvør, ið fær síl, kann savna inn roðslu til Firum og vera við í lutakastinum um 10.000 skattafríar krónur. Um hetta hevur tín áhuga ber til at fáa brævbjálvar á hesum støðum:
- Magn, Trongisvágur
- Hjá Rólant, Sandur
- Jógvan Weihe, Tórshavn
- Effo, Kollafjørður
- Effo, Skálafjørður
- Stanley, Norðskáli
- Berglon, Klaksvík
- Handilsvirkið Niclasen, Sørvágur
Ella við at skriva navn og bústað til okkara á fiskur@firum.fo, og so senda vit tykkum brævbjálvar.
Les vegleiðing til tøku av roðslu og útfylling av brævbjálvanum her.
Brævbjálvar við roðsluroyndum og uppmátingum skulu vera Firum í hendi í seinasta lagi 1. desember 2024. Fríggjadagin 13. desember verður drigið millum innkomnu brævbjálvarnar um 10.000 skattafríar krónur.
Kontaktpersónur: Kirstin Eliasen
Havbúnaðarfelagið fíggjar verkætlanina.
Seinasta ársfrágreiðingin í samband við verkætlanina kann lesast her.