Ferðaatburður hjá sjóbúnum sjósílum

Eins og við vaksnu sjósílunum, er vitanin viðvíkjandi sjósílasmolti eisini sera avmarkað. Í hesi verkætlanini kanna vit, nær ið sjósíl leita sær á sjógv á fyrsta sinni, bæði viðvíkjandi nær á árinum, undir hvørjum umstøðum, og hvussu stór tey eru tá.

Vitanin frá hesari verkætlanini fer at gera tað møguligt hjá alivinnuni at taka serlig atlit til sjósílastovnin í tíðarskeiðinum, tá sjósíl verða mett at vera mest útsett.

 

Kontaktpersónur: Kirstin Eliasen

 

Havbúnaðarfelagið fíggjar verkætlanina.

 

Seinasta ársfrágreiðingin í samband við verkætlanina kann lesast her.