Skaðiligar hvalspýggjur eru ein vaksandi avbjóðing fyri alivinnuna í grannalondunum Noregi og Skotlandi. Samstundis hótta veðurlagsbroytingarnar við at økja um bæði títtleika og álvarsemi av hesi blóman av hvalpýggju í Norðuratlantshavi.
Men sera lítil vitan er um hvalspýggju í føroyskum sjógvi. Hvørji sløg eru til staðar? Hvussu er teirra útbreiðsla og hvørjar eru teirra lívsringrásir?
Kom og ver ein partur av GLObecc granskingartoyminum!
Tað er trupult at vita, nær og hvar hvalspýggjur stinga seg upp ella koma fram. Tí hevur GLObecc granskingartoymið tørv á hjálp, tínari hjálp. Um tú finnur hvalspýggju, so sig okkum frá og send okkum eygleiðingarnar. Serliga vilja vit vita, um tú finnur Apolemia. Tað er ein hvalspýggja, sum er long og kløn sum tráður og savnast í stórar hópar. Hon hevur gjørt skaða á alifisk í Noreg.
Um tu sært eina hvalspýggju, so vinaliga send okkum eina mynd av henni og upplýs, nær og hvar tú sást hana. So siga vit tær, hvat slag av hvalspýggju tú sást og vísa tær á fimm fakta um júst hesa. Samstundis ert tú við í einum lutakasti, har tú kanst vinna eina berbara sjóneygu. 5 vinnara verða kunngjørdir 1. juni 2025.
Send mynd og upplýsingar til:
Facebook bólkin: GLObecc ella til teldupost: amanda@firum.fo
Hetta fara vit at gera við myndirnar og upplýsingarnar, sum tú sendi.
Myndadátagrunn
Tá hvalspýggjurnar eru eyðmerktar av GLObecc-granskingartoyminum, verða myndirnar lagdar í myndadátagrunninum. Tað fer at gera tað lættari at eyðmerkja føroyskar hvalspýggjur í framtíðini.
Skrásetingarkort
Nær og hvar hvalspýggjurnar eru sæddar, verður skrásett í eitt landkort. Kortið verður brúkt til at samanbera, um ymsu sløgini av hvalspýggju ferðast eftir somu árstíðarmynstrum, sum tær gera í Skotlandi og Noreg.
Creative commons avtalan
Myndir, sum einstaklingar senda til GLObecc verkætlanina, eru undirlagdar CC-BY-SA 4.0-góðkenningina. Hon loyvir ikkivinnuligari nýtslu, har upprunaeigarin skal frámerkingjast.
Aðrar leinkjur:
- Leinkja til hvalspýggjahandbókina finnur tú her (verður dagført skjótt)
- Leinkja til grein í blaðnum 'Vísindavøkublaðið 2024' finnur tú HER
Verkætlanin er fíggjað av Granskingarráðnum og við samstarvsstuðli.
Verkætlanarsamstarvsfelagar:
Føroyar
Firum (verkætlanarleiðari)
Havstovan
Heilsufrøðiliga Starvsstovan
Sjósavnið
Bakkafrost
Tjóðsavnið
Noreg
Universitetsmuseet i Bergen
Havforskningsintituttet
Skotland
Bakkafrost
Mynd: Børn í Kaldbak savna hvalspýggjur til granskingarverkætlanina, 2024.