Firum hevur ment kanningarhættir at eyðmerkja ymisk sløg av pinkuhvalspýggjum í sjógvi, tí hesar verur kunnu hava neilig árin á táknurnar á laksi og øðrum fiski og harvið versnar fiskavælferðin.
Umframt praktiska arbeiðið samstarva vit eisini við aðrar føroyskar og altjóða granskingarstovnar um:
1) hvussu veðurlagsbroytingar kunnu ávirka útbreiðslu og blóman av hvalpýggja í Norðuratlantshavi,
2) at betra um eyðmerking við at nýta video (AI), DNA og mikroskopstól.
Um tit síggja gruggut vatn, vinarliga tak eitt sýni við eini spann ella øðrum ílati. Klárt glas- ella plastílat er nokk tað frægasta til at síggja um nógvar lítlar hvalspýggjur eru í.
Setið tykkum í samband við okkum, so vit kunnu avtala hvussu vit fáa prøvan til kanningarstovuna.
Amanda Vang: tel. 774767, teldupostur amanda@firum.fo
Eirikur Danielsen: tel.774756, teldupostur eirikur@firum.fo