Biotøkniliga deildin hjá Firum heldur til í granskingardeplinum iNOVA. Tað er í starvsstovunum her, at Firum veitir tænastur og mennir granskingarverkætlanir, ið hava at gera við varandi aling. Deildin hevur kjarnuførleika innan quantitative real-time PCR (qPCR), annað ættarlið í sekvensering umframt ELISA-grundaðar hættir (sí partin um Granskingarhættir fyri neyvari lýsing av granskingarvirksemi okkara).
Fleiri av okkara virkisøkjum umskarast fyri at: fremja dygdargóða laksa- og rognkelsisframleiðslu á landi; minka um ávirkan av strongd, smittu og løstir í alinótum á sjónum; og at verja um biomargfeldið í firðunum. (sí partin um Granskingarverkætlanir fyri neyvari lýsing av granskingarvirksemi okkara). Biotøkni eftirkannar eisini lúsatøl í Aliskipanini og hjá Firum.
Firum samstarvar væl við føroysku alivinnuna. Tí eru vit í einari góðari støðu at virka sum ein munagóður samstarvsfelagi í altjóða samstarvi og granskingarverkætlanir tvørtur um fleiri vitanardeplar. Tað hevur týdning fyri Firum at víðka altjóða netverkið, so lat okkum endiliga hoyra frá tær, um tú hevur áhuga fyri okkara virksemi og/ella um møguligt samstarv. Tú fært upplýsingar, lívsrensl o.a. hjá starvsfólkunum á deildini niðanfyri: